|
Endamál felagsins.
Endamál felagsins er at skapa eitt forum fyri ættargransking við teldu. Hetta verður gjørt við millum annað hesari heimasíðuni, fyrilestrum, fundum og øðrum upplýsandi tiltøkum. Felagið hevur sett sær fyri at fáa allar fólkateljingar teldutøkar. Sum limur í felagnum KT Slekt, fær tú atgongd til lima síðurnar. Á limasíðunum eru millum annað teldutøkar fólkateljingar, yvirlit yvir hvør granskar hvat, yvirlit yvir ættargranskingarkeldur, yvirlit yvir kirkjugarðar og ein hópur av øðrum hentum upplýsingum.
Fólkateljingar
Nú eru fólkateljingar tøkar við 73.466 nøvnum á limasíðunum. Tær seinastu eru:
Klaksvíkar sókn 1870.
|