Forsíða / Hvussu fáa mail-samb
Hvussu fáa mail-samband?
31. desember 2009 kl. 13:43 av Rolf Guttesen
Eg havi bladad heimasíduna upp og nidur fyri at finna eina mail-adressu eg kundi skriva til.
Hevdi nøkur tídindi, sum felagid ella limirnir kanska høvdu áhuga í.
Men eg finni onga mail-adresu. Kanska er hon bara væl goymd? Men: uppskot ... legg eina mailadressu, sum kann brúkast um man td. ætlar at siga okkurt vid felagid.
Annars, gott nýggjár.
Rolf
Sv: Hvussu fáa mail-samband?
31. desember 2009 kl. 17:01 av Göran Wennerström
Um felagið/Nevndin...

Har eru nøkur at velja ímillum :-)
Sv: Hvussu fáa mail-samband?
31. desember 2009 kl. 17:05 av Göran Wennerström
Hey Rolf.

Um felagið/nevndin...

Har eru nakrar at velja ímillum :-)
Sv: Hvussu fáa mail-samband?
1. januar 2010 kl. 17:50 av Rolf Guttesen
Takk fyri.
Eg havi verid har. Og rætt er at klikkar tú á navn vid striku undir, so kemur ein Lotus-Notes rútur fra, men hann hvørvur aftur. Kanska tí mín telda ikki er 'sett upp' til Lotus notes. Tí fái eg ikki samband. Hevdi sjálv mail-adressan stadid har, so kundi eg brúkt hana í 'Novel groupwise', mail-systemid sum eg eri knýttur at.
Bestu heilsur Rolf
Sv: Hvussu fáa mail-samband?
1. januar 2010 kl. 18:36 av Max C. Weihe
Rolf vælsignaður, kanst tú ikki bara leggja hasi tíðindini hjá tær fram her á Kjaktorginum - so vit "meinigu" eisini kunnu fáa gleði av teimum? :)
Frammanundan góða takk fyri, og Gott Nýggjár!
Sv: Hvussu fáa mail-samband?
1. januar 2010 kl. 18:57 av Rolf Guttesen
Jú, tad kann eg gott. Men eg helt at rættari var um man onkuntíd eisini kundi konferera vid formannin, fyri at vita um tad hevdi almennan áhuga.
Eg vildi siga frá:
Eg havi á Skjalasavninum funnid ein 'mannskapslista' frá 1745, har kommandanturin Eberhardt hevur ferdast um landid, og talt allar vápnaførar menn í alsrinum 15-50 ár. Hetta gevur ein lista vid 713 nøvnum á monnum, býtt uppá bygdir, aldur tilskiladur. Hetta er ein 'næstan-fólkateljing', men vid nøvnum, sum tann í 1769 (ongi) og 1801 (bert húsfadir) ikki hava. - Kennir nakar til hann longu nú?
Listarnir verda í næstu viku, rokni eg vid, lagdir út á 'history.fo'
Sv: Hvussu fáa mail-samband?
1. januar 2010 kl. 19:24 av Max C. Weihe
Hetta er sera áhugavert.
Túsund takk fyri hesi stórtíðindi!
Hetta minnir meg um tey forvitnisligu tíðindini, sum Petur Jacob Sigvardsen bar fram á torg í 2000, í bók síni "Úr Gjáar søgu, Gamla tíðin 1", s. 30-32 og 339 - har PJS greiðir frá einum einum áður ókendum skjali, sum hann var komin framá á Landsskjalasavninum, nevniliga:

"Fortegnelse over Østerø Syssel, hvor mange Personer der opholder sig i hvert Huus og hvers Alder, Samt hvor mangen Jord enhver af Kongs og Odel besidder."
Solmunde: d. 15de Sept. 1780. S.J.Weyhe.
Sv: Hvussu fáa mail-samband?
1. januar 2010 kl. 19:30 av Max C. Weihe
Við hesum trimum "næstan fólkateljingunum" (frá 1745, 1769 og 1780) eigur at bera til (við einum góðum vilja og við at stiðja seg til kirkjubøkurnar) at lesa seg gott og væl hálvthundrað ár afturum ta fyrstu veruligu fólkateljingina - hana frá 1801.
Sv: Hvussu fáa mail-samband?
1. januar 2010 kl. 19:41 av Max C. Weihe
Sjálvur havi eg størstan áhuga í støðuni her í Eysturoynni; og eg havi ikki kannað, um "næstan fólkateljingin" hjá Eysturoyar Sýslumanni, Sámal Jákupi Weyhe, frá 1780 er eindømi í landinum ella ikki. Eg gangi tó út frá, at hinir sýslumenninir munnu hava gjørt líknandi yvirlit yvir sínar sýslur. Tí líkt er til, at yvirlitið hjá Weyhe sýslumanni (eins og tað hjá Eberhardt, skilst) hevði til endamáls at skráseta, hvussu mangir vápnaførir menn vóru tøkir kring landið. Mær tykir nevniliga, at tað er merkisvert, hvussu mangir av bóndasynunum, og aðrir av teimum ungu eysturoyingunum, siga seg at vera sjúkar ella at bera brek (óivað fyri at sleppa undan at verða úttiknir til tænastu á Havnar Skansa).
Sv: Hvussu fáa mail-samband?
1. januar 2010 kl. 22:28 av Göran Wennerström
Tað var mest fyri ikki at fáa so nógv spam at eingin teldupostadressa var á framsíðuni.

Vit hava ætlanir um eina nýggja heimasíðu, so hendan koyrir í tómgongd íløtuni.

Vit eru sjálvandi altíð fegin at fáa okkurt nýtt at leggja á heimasíðuna, og manglandi teldupostadressa eigur ikki at vera nøkur forðing.

Hinvegin er kjaktorgið ein góður máti at kunna um okkurt nýtt á økinum, tað vísur hesin tráðurin.
Svara
Skriva nýtt evni Vís allar kjakbólkar
 
Limir logga á her
Gloymt brúkaranavn ella loyniorð?
Tekna teg sum lim her