Forsíða / Heine Heinesen sydru
Heine Heinesen sydrugøta og Malene Johannisdatter Fuglafjørdur
5. januar 2010 kl. 00:28 av Yvonn
Heine Heinesen føddur 1722 í Sydrugøtu giftur vid Malene Johannisdatter fødd 1733 úr fuglafirdi.Tey fyngu ein son sum eisini eitur Heine Heinesen føddur 1763 í Sydrugøtu.Veit nakar at siga mær um tey bædi.Feks.Foreldur teirra ella annad,eg fynni onki um tey.
Heilsan Yvonn
Sv: Heine Heinesen sydrugøta og Malene Johannisdatter Fuglafjørdur
24. januar 2010 kl. 22:05 av Brita Durhuus
Malene Johannesdatter fødd 26-09-1733 í Fuglafirði. Dóttur Johannes Joensen og Anna Jacobsdatter. Fuglafjørður. Tey giftust 25-11-1731. Minnist ikki heilt, hvussu eg veit, at tað er hon. Men data er úr tí elstu kirkubókini. Hon gittist 02 11.1758 við Heina Heinesen úr S. gøtu. Hann er f. m. 1722-1726. Eg fann heldur onki um hann, og John Davidsen visti heldur onki um hann. Havi seinni funni, at hann er konfirmeraður 1741. Ein Heini Jacobsen í S.gøtu er trúlovaður við Anne Hansdatter 08-09-1718. Tey eiga Jacob 10-08-1725. Um tey eiga Heine eisini, veit eg ikki.
Sv: Heine Heinesen sydrugøta og Malene Johannisdatter Fuglafjørdur
7. februar 2010 kl. 00:22 av yvonn
Stóra tak fyri svarid.Eg kan skylja at tad er ikki so nemt at leita í tær Før. kirkjubókinum
Sv: Heine Heinesen sydrugøta og Malene Johannisdatter Fuglafjørdur
8. februar 2010 kl. 21:12 av Kári Thorsteinsson
Eg havi eisini Heina og Malenu inni hjá mær.
Foreldur til Malene Johannesdatter 1733, havi eg eisini sum Johannes Joensen 1713-1796 og Anna Jacobsdatter 1715.
Foreldur til Johannes eru Joen Joensen f. 04-05-1688 í Fuglafirði og Malene Magnusdatter 1690 í Hósvík. Haðani Malene navnið helst kemur.
Malene f. 1733 hevur eisini ein beiggja Johannes J, f. 17.12.1743 d. 23.12.1810 sum giftist við Anne Olesdatter f. 01.12.1751 í Tjørnustovu, Norðragøta. Henda familia er eisini stór.
Tað er ov langt her at koma inn á forfedrar til Joen Joensen 1688 og Malene 1690 í Hósvík, sum er dóttir Magnus Joensen, 1655 í Hósvík.
Men helst hava tit alt hetta og tí bert eitt ískot til tað, sum tit hava skrivað.
Sv: Heine Heinesen Sydrugøta og Malene Johannisdatter Fuglafjørdur
10. februar 2010 kl. 22:18 av Brita Durhuus
Halló Kári. Eg haldi tú skrivaði okkurt um Gregersen fam. í samband við Heine Heinesen og Malene Johannesdatter. Eg kannaði tað ikki, men har er helst alt í lagi. Eg síggi, at tú sigur, Malena er úr Hósvík. Tað havi eg eisini, men veit tíverri onki meira um tað. Tað eru so nógv ár síðani, eg fekkst við ættargranskingina. Heilsan Brita.
Svara
Skriva nýtt evni Vís allar kjakbólkar
 
Limir logga á her
Gloymt brúkaranavn ella loyniorð?
Tekna teg sum lim her