Forsíða / Eberhardt's listar
Eberhardt's listar
11. januar 2010 kl. 13:05 av Rolf Guttesen
So eru listarnir hjá Eberhardt, ein 'næstan-fólkateljing' vid yvir 700 nøvnum frá 1745, lagdir út á History.fo.

Klikka her:
http://www.history.fo/index.php?menu_nr=1&menu_id=60&sub_menu_id_1=434&sub_menu_id_2=435&content_id=249

vinarliga Rolf
Sv: Eberhardt's listar
23. januar 2010 kl. 10:13 av Rolf Gutesen
Um onkur kennir eonkra bygd so væl úm hetta mundi, 1745- út frá ødrum keldum enn hesa - so vildi eg fegin frætt nakad um:
1) hvørjir eru hesir á listanum
2) hvørjir mangla á listanum

Hetta fyri at koma nærri einum reellum fólkatali í bygdum, sýslum og landi. Og fyri at vita hvussu Eberhardt Kommandandur hevur valt 'sínar' menn, og hvørjir eru slopnir undan.
Kann sendast til mín: rg@geo.ku.dk

Vinarliga Rolf
Sv: Eberhardt's listar
24. januar 2010 kl. 22:52 av Max C. Weihe
Verða avskrivaðu listarnir ikki eisini lagdir út á history.fo ?

Vh/Max
Sv: Eberhardt's listar
24. januar 2010 kl. 23:52 av rolf guttesen
Eg skilji at nógv hava ilt vid at lesa gamla skrift, so eg fari at royna at fáa stundir at reinskriva listarnar.
Annars er hetta ein vøkur og reglulig skrift, og innihaldid er einfalt, bara vanlig nøvn.
Hugsi at tad hevdi verid best at lagt ta í exel-format, so kann man sortera og rokna uppá aldursølini. Man tad vera eitt uppskot?

Vinarliga Rolf
Sv: Eberhardt's listar
25. januar 2010 kl. 06:30 av Max C. Weihe
Hey Rolf,
Listarnir eru avskrivaðir (eg sá eitt eintak av avskrivaðu listunum fyri fleiri vikum síðani). Satt at siga helt eg, at hetta var gjørt í samráð við teg.
Vh/Max
Sv: Eberhardt's listar
25. januar 2010 kl. 07:54 av Rolf Guttesen
Tad er heilt í lagi at skriva listarnar av, bert skal kelda (referencan) vera í ordan, so sum History skrivar. Tad gledir meg,at hetta er nakad sum fólk kunna brúka.
Men send mær listarnar, so kann eg lesa korrektur og leggja teir út á History (til rg@geo.ku.dk)
Sv: Eberhardt's listar
1. mars 2010 kl. 11:30 av Rolf Guttesen
Eberhardt's listar eru nú reinskrivaðir, og tað hevur Hans Peter Mikkelsen gjørt. Eg havi lisið korrektur, og teir fara at liggja tøkir á History fyrsta dagin.
PS. er tað nakar sum veit um, at Klein hevur verið brúkt sum mansfornavn?
Rolf
Sv: Eberhardt's listar
18. mars 2010 kl. 22:37 av Rolf Guttesen
Eberhardt's Listar 1745 vid gott 700 nøvnum
So liggja teir reinskrivadu (transskriberau listarnir á history. Klárir at brúka.
Klikka inn undir 'Politikk og fyrisiting' og so 'Skansasøga'
Svara
Skriva nýtt evni Vís allar kjakbólkar
 
Limir logga á her
Gloymt brúkaranavn ella loyniorð?
Tekna teg sum lim her