|
Verkætlanin Teldutøkar Fólkateljingar.
Ein av fyrstu stóru uppgávum felagið hevur sett sær fyri er Verkætlanin Teldutøkar Fólkateljingar.
Henda verkætlan hevur sum endamál at fáa allar fólkateljingar teldutøkar, sum limir felagsins síðan kunnu ogna sær, antin um heimasíðuna ella sum fløgu.
Vit hava fingið loyvi at brúka eitt danskt forrit sum eitur "Winkip." Hetta forrit er gjørt til sama endamál, um enn til donsk viðurskifti. Fyri at kunna lesa fólkateljingar, er neyðugt at hava Winkip skipanina. Tað eru góðar vegleiðingar til skipanina her: DDA.
Samstarvsavtala er gjørd við Landsskjalasavnið. Tí kunnu limir, ið vilja verið við í innskrivingararbeiðinum, seta seg í samband við formannin ella Anju Andreasen á Landsskjalasavninum.
Ein vegleiðing á føroyskum um hvussu Winkip forritið skal brúkast finst her.
Nógvar fólkateljingar eru lidnar og tær kunnu takast niður, hóast tær ikki allar eru rættlisnar.
Hevur tú áhuga í at verða við í hesi verkætlan, er tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.
|